Keypstreytir

Bílegging

Bíleggjast kann beinleiðis her á heimasíðuni www.mittheim.com. Hevur tú spurningar, kanst tú senda teldupost til sveinur@hyggasiggj.fo.

Gjaldshættir

Gjaldast kann við vanligum gjaldskortum (Visa, Mastercard) í gjøgnum trygga gjaldsskipan.

Sending

Allar vørur verða framleiddar eftir bílegging og sendar við Posta innan 2–5 virkadagar. Fraktkostnaðurin verður roknaður, tá ið bílagt verður.

Prísir

Allir prísir eru í dönskum krónum (DKK) íroknað 25% MVG. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og útseldum vørum.

Iðrunarrættur

Iðrunarrættur er galdandi til og við 14 dagar eftir at vøran er keypt, treytað av at vøran er í upprunastandi. Keypari rindar returpostgjaldið. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið.

Returadressa: EG, Akranesgøta 7, 100 Tórshavn.

Datatrygd

Upplýsingarnar, sum tú skrivar inn, verða einans nýttar til at fullføra keypið og verða ikki deildar við triðjapart.