Politikkur
Dátuábyrgdari
EG er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Samskiftisupplýsingar:
EG
Akranesgøta 7, 100 Tórshavn
sveinur@hyggasiggj.fo
Endamál við viðgerðini
Vit skráseta persónupplýsingar fyri at viðgerða keyp á www.mittheim.com.
Sløg av persónupplýsingum
Persónupplýsingar vit møguliga skráseta eru:
– Navn
– Adressa
– Teldupostadressa
Tíðarskeiðið
Upplýsingarnar verða goymdar so leingi tað er neyðugt, og í samsvari við roknskaparlóggávuna í alt 5 ár eftir siðsta keyp.
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til innlit, rætting og striking av tínum persónupplýsingum. Set teg í samband við okkum á teldupostadressu sveinur@hyggasiggj.fo.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið á www.dat.fo.
Kennifílir (Cookies)
Heimasíðan nýtir neyðugar kennifílir fyri at gera grundleggjandi møguleikar virknar. Hesar verða nýttar uttan samtykki.
Iðrunarrættur og Returpolitikkur
Iðrunarrætturin er til og við 14 dagar frá tú fært vøruna, treytað av at vøran er í upprunastandi og óbrúkt. Keypari rindar returpostgjaldið. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið.
Returadressa: EG, Akranesgøta 7, 100 Tórshavn, Føroyar
Send boð til telduspostadressu sveinur@hyggasiggj.fo áðrenn tú sendir vøruna aftur.